Frimärke Rudisar visa

1
Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan,
- og tað sigi eg á sanni -
ovarlaga glógvar tann stjørnan reysta.
- Med øllum Guds heiligum monnum.

2
Inn kom Steffan, hann sigur ífrá:
“Eg sær sól á himli og stjømu hjá.

3
Eg sær sól á himli og stjømu standa hjá,
mætur er sá konungur, ið føddur var í gjár.

4
Mætur er sá konungur, ið borin er í heim,
tí eg sær sól á himli og stjørnu rein.”

5
Rudis heitir á sveinar tvá:
“Tit biðið hann Steffan for meg inngá!

6
Tit bindið so á honum hond og fót,
vita um tann konungur ræður honum bót!

7
Tit stingið mær Steffans eygun út,
vitið um so hjálpir tann konungur so prúð!”

8
Bundu teir Steffans hond og fót,
mætur var sá konungur, ið honum ráddi bót.

9
Stungu út hans eygun, fell so væl í lag,
tó sá hann nátt sum ljósan dag.

10
Í tríati stykki varð hanin skorin,
so varð hann inn fyri Rudis borin.

11
“Tá skuldi eg trúð Steffans tali,
um upp stóð hanin og fór at gala.”

12
Rudis hann stóð og sá tar á,
at saman førdist hanin, á diskinum lá.

13
Hann fleyg upp á reyðargullstól,
hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól.

14
Hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól,
við hvørjari messu tað syngur hann í kór.

15
Rudis heitir á sveinar tvá:
“Tit leggið mær saðil á gangara grá!

16
Saðlið mær tann besta ein,
tí eg vil ríða í Betlaheim!

17
Eg vil ríða í Betlaheim
at skoða har tann unga svein.”

18
Rudis átti ein rumpuhvítan hest,
hann reið til Betlaheim, sum hann kundi best.

19
Rudis heim í garðin fór,
úti hon Maria fyri honum stóð.

20
“Ver vælkomin, Rudis, higar til mín,
nógvur er blandaður mjøður og vín.”

21
“Tú tarvt einki, Maria, fagna meg,
eg vil hava tín son at negla á træ.

22
Tú tarvt einki, Maria, fagna os,
eg vil hava tín son at negla á kross.”

23
“Vilt tú mín hin sæla son hava,
upp til himla tá mást tú fara.”

24
Rudis hann skuldi til himmiríkis fara,
tólv Guds einglar teir ringdu honum haðan.

25
Rudis hann stoyttist til jørðina niður,
og øll hans *indur á vinstru síðu við.

26
Øll hans *indur á vinstru síðu niður,
- og tað sigi eg á sanni
sjálvur hin útskotni tók honum við.
- Med øllum Guds heiligum monnum.

CCF 167 A
TSB B 8

Manuskript: Kvæðasavnið hjá Ole Jespersen, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4); Schrøters Blandinger, Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

Versioner:

  1. Dansk Kirketidende 1852, nr. 344.
  2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891, s. 39
  3. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 199.
  4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 30. bind, s. 30.

Källa: Úr Suðuroy: Óli Jespersen (1810-1882), Hovi, f. í Vági.

Åtta artiklar som du kanske inte sett

Färöarnas växtvärld

17 okt 2006 Läsning

Öarnas flora I augusti 2006 reste vi runt på Färöarna under omkring 10 dagar först i en grupp från senioruniversitetet i Uppsala ledd av Nanna Hermansson, sedan några dagar...

Frimärksåret 1997

12 feb 1998 Läsning

  Året speglat i frimärksutgivningen Så gott som alla jordens länder har insett det stora propagandavärdet som landets frimärken har. De sprids över världen till...

Frimärksåret 1998

14 feb 1999 Läsning

  Som traditionen bjuder kommer här en redovisning av det gångna årets frimärksutgivning på Färöarna. Sammanlagt kom det under året ut 20 frimärken fördelade på åtta...

Kallelse till årsmöte

31 jan 2026 Läsning

Kallelse till årsmöte Samfundet Sverige-Färöarna har under ett antal år haft en begränsad verksamhet. Vi är nu glada att kunna kalla till årsmöte enligt...

Kvartermesterens memoirer

02 dec 2008 Läsning

  Samuel F. Samuelsen (1852-1932), kallad Sámal á Krákusteini, efter det hus han växte upp och bodde i, nära Skansen i Tórshavn. Han förde dagbok och på äldre dagar skrev...

Delegation från Tórshavn i Stockholm april 2013

26 apr 2013 Läsning

  Samfundet Sverige-Färöarna fick den 23 april 2013 ett storartat besök. En delegation från Tórshavn var på besök i Stockholm Det var borgmästaren Heðin Mortensen med...

Årsmöte på Postmuseum

15 maj 2008 Läsning

REFLEXIONER maj 2008 I april hölls samfundets årsmöte på Postmuseum i Stockholm. Det var ganska få medlemmar som deltog och den ständiga frågan är hur vi skall få med flera...

Dimman låg svart

25 nov 2008 Läsning

REFLEXIONER november 2008 Sommaren kom och jag gladde mig åt att fara till Skúvoy. Skúvoy Den ö som Sven Barthel beskrivit så kärleksfullt i böckerna Atlant...

Samfundet Sverige-Färöarna

Samfundet Sverige-Färöarna
c/o Bengtsson
Siargatan 11 5 tr
SE-118 27 STOCKHOLM
Sverige

+46  7 30 49 69 56
post@samfundet-sverige-faroarna.se

Logga in

Sorry, this website uses features that your browser doesn’t support. Upgrade to a newer version of Firefox, Chrome, Safari, or Edge and you’ll be all set.