1. Vilja tær hoyra kvæði mítt,
vilja tær orðum trúgv,
um hann Ólav Trúgvason,
higar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

2. Kongurin letur snekju smíða
har á sløttumsandi;
Ormurin Langi støstur var,
Sum gjørdur á Noregis landi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

3. Knørrur var gjørdur á Noregis landi,
gott var í honum evni:
átjan alil og fjøruti
var kjølurin millum stevni.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

4. Forgyltir vóru báðir stavnar,
borðini vóru blá,
forgyltan skjøldá toppi hevði,
sum søgur ganga frá.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

5. Kongurin situr á hásæti,
talar við sínar dreingir:
«Vit skulu sigla tann salta sjógv,
tað havi eg hugsa so leingi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

6. Berið nú fram tey herklæðir
við brynju og blonkum brandi,
síðani leggjifrá landi út,
og siglið frá Noregis landi !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

7. Fróir og glaðir sveinar mæltu:
«Harri, vit skulu fylgja tær,
um enn tú fert í frið ella stríð,
vit óttast ei bratta brynju.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

8. Har kom maður oman av bergi
við sterkum boga í hendi:
«Jallur tín av Ringaríki
hann meg higar sendi.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

9. Kongurin so til orða tekur
bæði við gleði og gamni:
«Sig mær satt, tú ungi maður,
hvat er tú nevndur á navni?»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

10. «Einar skalt tú nevna meg,
ið væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

11. «Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

12. Gingu teir til strandar oman,
Ríkir menn og restir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr nesti.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

13. Vundu upp síni silkisegl,
út í havi ganga;
so er sagt, at kongurin
hann stýrdi Orminum Langa.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

14. Hetta frættist víða um landi,
at Noregis menn teir sigldu;
Danimark kongur og Svøríkis kongur
ráðini hildu saman.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

15. Danimark kongur og Svøríkis kongur
gingu saman í ráð,
hvussi teir skuldi fáa Noregis kong
skjótt av døgum.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

16. Senda teir boð til Eiriks Jall
í væl teir borin til evna,
hann skal fylgja í ferðini við,
sín faðirs deyð at hevna.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

17. Eirikur gongur for kongar inn
við brynju og reyðum skjoldi:
«Ólavur kongur av Noregi
mín faðirs deyða voldi.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

18. Jallurin stendur á hjállargólvi,
blankt bar spjót í hendi:
«Ólavur kongur síggja skal,
eg hvast mót hvøssum vendi.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

19. Gingu teir til strandar oman
--- fagurt var tað lið ---
Danimark kongur og Svøríkis kongur
og Eirik' jall tann triði.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

20. Trýggjir gingu skipaflotar
út úr Oyrasundi,
Jarnbardur í odda sigldi,
jallurin stýra kundi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

21. Danimark kongur til orða tekur,
Letur so orðini greiða:
«Hann, ið Ormin Langa tekur,
skal hann við ognum eiga !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

22. Eirikur hugsar við sjálvur sær:
«Tó at tú manst tað royna,
tú tekur ikki Ormin Langa
við danskari makt aleina !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

23. Mælti tað Svøríkis kongurin,
hann helt á brýndum knívi:
«Eg skal Ormin langa taka,
ella lata lívið !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

24. Erikur stendur á breiðum bunka,
klæddur í skarlak reyð:
«Tú tekur ikki Ormin Langa,
fyrr eg síggji eg tín deyð.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

25. Eirikur talar til sínar menn:
«Kempum munnu vit møta;
standivæl og manniliga,
tí blóðug verður gøta !.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

26. Noregis menn á kongsins knørri
kunnu væl beita kvívi;
gangi væl fram í hørðum stríði,
ella lata vit lívið !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

27. Eirikur talar til Finn hin lítla:
«Tú skalt hjá mær standa;
tú skalt verja sjálvan meg,
um eg komi í vanda.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

28. Løgdu teir á sundið út,
bíðaðu teir har leingi,
longdust eftir norskum knørrum,
at berjast mót Noregis Kongi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

29. Løgdu teir skip við oynna inn,
ætlaðu sær at vinna,
hildu vakt bæði nátt og dag,
norðmenn vildu teir finna.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

30. Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni;
nú skal eg taka upp annan tátt;
dreingir, leggji í minni !.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

31. Ólavur siglir í Eysturhavi,
ætlar heim at fara;
tá ið hann kom í Oyrasund,
hann sær ein skipaskara.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

32. Høvdingar tríggir á landi standa,
hyggja út so víða,
sunnan síggja teir knørrin prúða
eftir havi skríða.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

33. Dannimark kongur til orða tekur:
«Alt mær væl skal ganga:
Krist signi míni eygu tvá,
nú síggi eg Ormin Langa !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

34. Erikur stóð har skamt ífrá,
talar til sínar menn:
«Kongurin av Dannimark
hann sær ikki Ormin enn.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

35. Har kom fram ein størri knørrur,
dreingir undraðust á,
Svøríkis kongur til jallin talar:
«Nú man eg Ormin sjá.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

36. Tit leggið nú skip frá landi út,
árar í hendur taka,
laitð ei Ólav sleppa so,
fáan hann heldur sín maka !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

37. Eirikur hyggur í havið út,
talar til sínar menn:
«Tað svørji eg við sannan Gud,
teir síggja ei Ormin enn.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

38. Dannimark kongur og Svørríkis kongur
halda á skefti reyða:
«Eirikur jallur ræddur er
at hevna sín faðirs deyða !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

39. Vreiður var tá jallurin,
hann mælir av illum sinni:
«Annað skal eg enn orðabrask
Noregis menn at vinna !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

40. Eirikur stendur á grønum vølli,
tekur nú til ganga;
«Verið nú snarir á skipabunka,
nú síggi eg Ormin Landa !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

41. Allir sóðu Ormin koma,
allir undraðust á,
av silki seglini
úr stevni og gull í rá.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

42. Løgdu teir seg vegin fram
bæði við svør og spjóti,
norðmenn sóðu á Orminum,
teir ivast at halda ímóti.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

43. Ólavur talar til sínar menn:
«Dýrt skulu teir meg keypa,
ongantíð tá ræddist eg stríð,
í dag skal eg ikki leypa !.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

44. Tit leggið nú skip í stríðið fram,
segl á bunka strúka,
latiðteir síggja, at Noregs menn
teir kunna væl svørðini brúka !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

45. Úlvur reyði í stavni stendur,
gott var í honum evni:
«Leggið ei Ormin longur fram,
sum hann hevur longri stevni.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

46. Kongurin stendur á lyfting aftur,
í skarlak var hann klæddur:
«Nú síggi eg, mín stavnamaður
er bæði reyður og ræddur.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

47. «Kongur,tú sært meg aldrin so ræddan,
eg tordi væl á at herja,
goym tú lyfting so væl í dag,
sum eg skal stavnin verja !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

48. Vreiður varð tá kongurin,
og Úlvur til orða tekur:
«Blíðka teg aftur, harri mín,
tí vreiði upp angur vekur !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

49. Ólavur stendur á bunkanum,
og Úlvur til orða tekur:
«Hvør eigur hesi nógvu skip?
Eg kenni tey ikki enn.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

50. Svaraði Torkil, kongsins bróðir,
mælir av tungum inna:
«Dannimarks kongur og Svørríkis kongur
vilja tín deyða vinna.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

51. «Ræddir eru danskir menn
mót norðmonnum at ganga,
betri var teimum heima at sitið
tann fuglaflokk at fanga.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

52. Betur kunna svenskir menn
teir offurbollar strúka
enn nærkast okkumso,
at blóðugt svørð skal rúka !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

53. Ólavur gekk lfyting upp,
ræður hann upp at hyggja:
«Hvør eigur hasi stóru skip,
við Ormins bagborð liggja?»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

54. Svaraði Herningur, kongsins svágur,
letur so orðini falla:
«Tey eigur Eirikur Hákunsson,
hann ber ein yvir allar.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

55. Til tað svaraði Ólavur kongur,
frá man frættast víðari:
«Skarpur verður hildarleikur,
tá norðmenn mót norskum stríða.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

56. Svørríkis kongur mót Ólav legði
eina morguntíð,
tað var sum bál at líta,
skeiðir dundu í.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

57. Høgdu og stungu Noregis menn
bæði við svørði og spjóti,
títt so fullu teir svensku menn,
sum grasið fýkur av gróti.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

58. Svørríkis kongur rópar hátt
biður teir undan flýggja:
«Eg havi mist mítt mesta fólk,
tað voldir mær sorg at síggja.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

59. Dannimark kongur troðkaði fram,
ætlaði sær at vinna,
norðmenn tóku mót honum fast,
teir donsku menn at tynna.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

60. Roykur stóð til skýggja upp,
reytt var sund at síggja,
so var sagt, at danskir menn
teir máttu undan flýggja.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

61. Eirikur leggur mót Ormi fram
við bjørtum brandi í hendi:
«Ikki skal Ólavur rósa av,
at eg snart frá honum vendi !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

62. Løgdu teir knørr við knarrarborð,
hvørgin vildi flýggja;
høvur og kroppar í havið tumla,
øgiligt var at síggja.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

63. Einar stendur í kapparúmi
við Tambarboga teir kalla,
hvørja ferð pílur at boga dreiv,
tá mundi ein maður falla.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

64. Einar stendur í kapparúmi,
óttast ongan vanda,
hann sá reystan Eirik jall
aftur við róður standa.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

65. Einar spenti Tamabrboga,
pílurin steingin strongdi,
pílurin fleyg yvir jalsins høvur,
róðurknappin sprongdi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

66. Einar spenti á øðrum sinni,
ætlaði jall at fella,
pílurin fleyg arms og síðu,
einki var jalli at bella.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

67. Eirikur talar til Finn hin lítla
«Eg vil spyrja teg nakað,
hvør er hann, við skørpum skotum
ætlar meg at raka ?»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

68. Til tað svaraði Finn hin lítli
--- blóðugar vóru heldur --- :
Tað er hasin stóri maður,
í kapparrúmi stendur.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

69. Jallurin mælir á ørum sinni:
«Tað vil eg tær ráða,
skjót tú handan stóra mannm
nú stendur mítt lív í váða.»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

70. «Manninum kann eg einki gera,
tí hann er ikki feigur,
bogastreingin stilli eg á,
tí maðurin eydnu eigur.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

71. Einar spenti á triða sinni,
ætlaði jall at raka,
tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tókst at braka.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

72. Allir hoyrdi streingin springa,
kongurin seg forundrar:
«Hvat er tað á mínum skipi,
sum ógvuliga dundrar ?»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

73. Svaraði Einar Tambarskelvi
--- kastar boga sín --- :
«Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurin, harri mín !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

74. «Í Harrans hondmítt ríki stendur
og ikki í Tambarboga;
tak tær ein av mínum bogum,
vita, hvat teir duga !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

75. «Veikir eru kongsins bogar !»
Einar ræður at svara,
«eg skal taka upp skjøld og svørð,
og høgg skal eg ikki spara !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

76. Enn stóð fólk á báðum stavnum,
men meg rætt um minnast,
syrgiligt var á miðum skipi,
tí har tók fólk at tynnast.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

77. Eirikur sprakk á Ormin upp,
væl bar brand úr hendi,
Herningur leyp úr lyfring niður,
aftur ímót honum vendi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

78. Bradust teir á miðjum skipi
vil eg frá tí greiða,
øvigur mátti jallurin leypa
aftur á Jarnbrad breiða.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

79. Jallurin valdi sær reystar garpar,
fáir finnast slíkir,
snarliga aftur á Ormin sprakk,
tá mátti Herningur víkja,.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

80. Úlvur reyði úr stavni loypur,
nú er stavnur reyður,
so fleyt blóð á Orminum,
at knørrur síndist reyður.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

81. Hart stóð stríð á miðjum skipi,
svørð mót skjøldrum gella,
Úlvur og Einar, frægar kempur,
Eiriks garpar fella.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

82. Eirikur var á øðrum sinni
aftur á bunkan rikin,
tá sá hann, at stavnurin
á Orminum var tikin.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

83. Jallurin mannar seg triðju ferð:
«Nú skal ikki dvína !»
Tá fall Úlvur og Herningur
við øllum dreingjum sínum.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

84. Kongurin rópar í liftingi:
«Nú er tap í hendi;
leypið í havið, mínir menn,
her verður ei góður endi !»

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

85. Kongurin leyp í havi út,
garpar eftir fylgdu,
kongsins bróðir síðstur var,
teir gjørdu, sum kongur vildi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

86. Eirikur fekk tá Ormin Langa,
einkin annar kundi,
tók hann sjálvur róður í hond
og stýrdi honum frá sundi.

Glymur dansur í høll,
dans sláði í ring!
Glaðir ríða noregis menn
til hildarting.

Åtta artiklar som du kanske inte sett

Om Fårbrevet - Seyðabrævið

06 jun 2006 Läsning

Hakon með guðs miskun noregs hærtuge son magnus konungs hins koronaða. senðir ollum monnum j færæyium. þeim sæm þetta bræf sea eða hæyra. Queðiu Guðs ok sina....

Sommaren 2011

22 jul 2011 Läsning

När det är hett i Sverige kan man önska sig till Färöarna där sommarens medeltemperatur ligger på +11 grader, även om juli har +18 grader. När solen skiner så kan det dock...

Möte i Nólsoy

14 nov 2010 Läsning

  På Finlandsinstitutet i Stockholm framförde den 8 november 2010 finlandssvenska Marianne Maans och sverigefinska Lauri Antila jazzarrangemang av folkiga visor och...

Färöiskt frimärksevent på Konstakademien i Stockholm

26 sep 2012 Läsning

  Den 24 september 2012 utgav Färöarna två konstfrimärken. Det var ett samarbete mellan den färöiske konstnären Edward Fuglö, född 1965, och den svenske konstnären Jan...

Åland söker inspiration på Färöarna

26 mar 2011 Läsning

Hur klarar ett litet samhälle som Färöarna av att finansiera ett så stort projekt som en tio kilometer lång vägtunnel med en rondell mitt i? Det undrar Ålands trafikminister...

Bråda dagar på posten i Tórshavn i januari 1919

25 nov 2013 Läsning

  Första världskriget tog slut i november 1918. Tiden efter kriget innebar dyrtider i Europa. I Danmark höjdes brevportot från 1 januari 1919. Beslutet om...

[natúrligvís]

03 sep 2007 Läsning

  Nordens hus i Tórshavn visade sommaren 2007 en annorlunda utställning där 17 nordiska konstnärer presenterade naturen på ett högst personligt sätt. Uttrycksmedlen...

Hur ser Färöarna ut om man inte kan se?

30 mar 2017 Läsning

  I egenskap av reseledare för Temaresor inbjöds Anders Persson att prata om Färöarna för Synskadades förening på Gotland. I denna artikel berättar Samfundsmedlemmen...

Samfundet Sverige-Färöarna

Samfundet Sverige-Färöarna
c/o Bengtsson
Siargatan 11 5 tr
SE-118 27 STOCKHOLM
Sverige

+46  7 30 49 69 56
post@samfundet-sverige-faroarna.se

Logga in

Sorry, this website uses features that your browser doesn’t support. Upgrade to a newer version of Firefox, Chrome, Safari, or Edge and you’ll be all set.