Magnus kongur í Noregi eller Margretu kvæði

1
Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini tvey,
áðrenn tey gótu á gólvi gingið,
slitu tey skarlak reyð.

2
Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini bæði,
áðrenn tey gótu á gólvi gingið,
bóru tey skarlaksklæði.

3
Magnus kongur í Nøríki,
bæði ríkur og reystur,
sendi hann sína onkadóttur
innan nunnukleystur.

4
Tá ið hon hevði í kleystri verið
mánaðirnar tvá,
tá lysti frúnni Margretu
sín faðirs garð at sjá.

5
Tá ið hon hevði í kleystri verið
mánaðirnar tríggjar,
tá lysti frúnni Margretu
sín faðirs garð at síggja.

6
Tað var frúgvin Margreta,
skuldi ríða heim,
mætur var sá edilingur,
ið henni møtti á leið.

7
Hann reiv av henni stakkin,
hann reiv av henni serk,
til hann hevði vunnið henni
tað syndar neyðisverk.

8
Hann reiv av henni stakkin,
hann reiv av henni geira,
gullband um hennara herðar lá,
hon hevði ikki eftir fleiri.

9
“Nú havi eg rivið tíni klæði av,
gjørt tær last og skamm,
eg biði teg fyri tann øvarsta gud,
tú sig mær títt navn.”

10
“Magnus kongur var faðir at mær,
frú Hjørdís mín móðir,
Ólavur var mín onkabróðir,
hann vaks upp á skóg.”

11
“Var Magnus kongur faðir at tær,
frú Hjørdís tín móðir,
samfingin eru vit systkin tvey,
eg eri tín eigin bróðir.

12
Far tær, frúgvin Margreta,
aftur í klosturborg,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú tína sorg!

13
Far tær, frúgvin Margreta,
aftur í klosturstein,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú títt mein!”

14
Aftur fór frú Margreta
í sína klosturborg,
ongari segði hon nunnu frá,
so væl bar hon sína sorg!

15
Aftur fór frú Margreta
í sín klosturstein,
ongari segði hon nunnu frá,
so væl bar hon sítt mein!

16
Kongurin letur veitslu gera
eina á hvørjum heysti,
býður hann øllum nonnunum
inn á Mariu kleystur.

17
Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi skuldi fara,
uttan frúgvin Margreta,
tí hon mátti heima vera.

18
Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi gingu inn,
uttan frúgvin Margreta,
tí hon bar sorg við kinn.

19
Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi gingu inn,
ringur situr Magnus kongur,
hann saknar dóttur sín'.

20
“Hvat er mín dóttir av sóttum sjúk,
ella hevur hon látið lív,
hví gongur hon ikki í gildi inn,
sum annað lystugt vív?”

21
Allar dýptu høvdið niður,
eingin tordi tala,
uttan hin gamli abbadissin,
hann komst ikki við at svara.

22
“Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,
ei hevur hon látið lív,
hon gongur sær við barninum,
sum annað lystugt vív.

23
Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,
ei hevur hon givið upp and,
hon gongur sær við barninum,
sum annað lystugt vand.”

24
Tað var enntá Magnus kongur,
hann sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

25
Tað var enntá Magnus kongur,
hann sínum brandi brá,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi lá.

26
Eingin hestur í ríkinum
kongin bera mátti,
uttan hin illi apaldagrá,
sum abbadissurin átti.

27
Tá ið hann hevði riðið
eina so lítla stund,
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í grund.

28
Tá ið hann hevði riðið
eina so lítla leið
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í stein.

29
Tá kom honum tað í hug
at leggja eld í stein,
brenna inni frú Margretu,
meðan hon var heima ein.

30
Hann reið skjótt og skundiliga
gjøgnum grøna lund,
Margreta við beinkin krýpur,
hon tolir neyðarstund.

31
Hann reið skjótt og skundiliga
gjøgnum grøna líð
Margreta við beinkin krýpur,
hon tolir neyðartíð.

32
Tað var enntá Magnus kongur
heim í garðin fór,
úti frúgvin Margreta
fyri honum stóð.

33
“Ver vælkomin, mín sæli faðir,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín!”

34
“Lítið er mær um mjøðin tín
hálvvæl minni um vín,
sig mær skjótt og skundiliga
barnaferð tín!”

35
“Fyrr vil eg í Harrans navn
láta mítt lív,
fyrr enn eg sigi tær
barnaferð mín.”

36
Tað var enntá Magnus kongur,
hann legði eld í stein,
brendi inni frú Margretu,
meðan hon var heima ein.

37
Ólavur kom av skógnum heim,
bæði troyttur og móður,
sløkti hann tað í heita bál
við sínum hjartablóði.

38
Tóku tey bæði systkini
og sveiptu í ein dúk,
vísir lógu teirra vegir
til himlakongin út.

Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl.

CCF 31 B
TSB D 94

Manuskript: Savn Jakob Jakobsens 1904, Føroya Landsbókasavn.

Versioner:
  1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 651.

Källa: Úr Suðuroy. Katrine Malene Symphor (1862-1942), Sumba, fødd í Fámjin

Åtta artiklar som du kanske inte sett

En skola i Färöarna 1899

15 feb 2012 Läsning

  I Svensk Läraretidning nr 31 av den 2 augusti 1899 skriver en svensk folkskolelärare om en resa i Nordatlanten. Svensk Läraretidning grundades 1881 av Emil...

Bárður Jákupsson, konstnär, författare, kulturperson och Samfundets hedersledamot

15 feb 2014 Läsning

  Den 31 januari 2014 strömmade gäster in till vernissage i Listasavn Føroya, konstmuseet i Tórshavn. Vilken glädje det väckte att mötas av en mängd vackra målningar,...

Frimärksåret 2006 i Färöarna

02 jan 2007 Läsning

  Det var en ganska traditionell mix av motiv som utgjorde 2006 års frimärksutgivning på Färöarna – lite natur, lite kultur, lite bygd, lite nyheter, lite historia...

Färöiskt frimärksevent på Konstakademien i Stockholm

26 sep 2012 Läsning

  Den 24 september 2012 utgav Färöarna två konstfrimärken. Det var ett samarbete mellan den färöiske konstnären Edward Fuglö, född 1965, och den svenske konstnären Jan...

Frimärksåret 2016 på Färöarna

27 dec 2016 Läsning

Året 2016 har inneburit att flera spännande frimärken har utkommit på Färöarna, inklusive en verklig innovation i sammanhanget. Ett unikt märke med äkta handarbete. Som...

Oktober kom med kyla

01 nov 2009 Läsning

REFLEXIONERnovember 2009 Oktober kom med kyla och vitt på fjällen om morgonen. Så vände vinden med regn och det är inget vidare väder för dem från bygden Velbastaður som idag...

Inge Knutsson: Färöiska favoriter - och lite till

10 apr 2011 Läsning

  Den 6 april 2011 hölls årsmöte för Samfundet Sverige-Färöarna på pråmen Nordens ljus vid Blasieholmen i Stockholm. I anslutning till det berättade översättaren Inge...

Steffan Danielsens bilder

16 jan 2010 Läsning

  I slutet av september gavs en stor vacker bok ut med ett hundratal verk av konstnären Steffan Danielsen. De flesta fotograferades av fotografen Ásmund Poulsen vid en...

Samfundet Sverige-Färöarna

Samfundet Sverige-Färöarna
c/o Bengtsson
Siargatan 11 5 tr
SE-118 27 STOCKHOLM
Sverige

+46  7 30 49 69 56
post@samfundet-sverige-faroarna.se

Logga in

Sorry, this website uses features that your browser doesn’t support. Upgrade to a newer version of Firefox, Chrome, Safari, or Edge and you’ll be all set.