Bjarnabani

 

1. Gevið ljóð og havið stev,
meðan eg gangi í dans.
Eg kvøði um Torkil Turrafrost
og fostursynir hans

Hvørt skal mær harpan
undir mína hond?
Vil ikki frægur fylgja mær
til annað land?

2. Dreingir tveir í Víkini
settu sær til mið:
vit skulu upp um Dovrafjall,
fyrr geva vit ikki grið.

3. Vit skulu upp um Dovrafjall
Hákun jall at finna.
Fedrum várum væl hann unti,
unnir ei dreingjum minni.

4. Liðið út á vetur var.
Teir á fjøllum reika,
lúgvaðir og vilstir av leið,
við kaldar kinnar og bleikar.

5. Mælti Tórir Beinisson,
fjúrtan vetrar gamal:
"Lat meg liggja, halt tú fram
og vinn hjá jalli frama."

6. Svaraði Sigmundur Brestisson,
ið tvey ár yngri var:
"Ikki vil eg, Tórir frændi,
fara nú frá tær!"

7. Annaðhvørt skal standast av
hesi vári ferð,
at antin liva báðir, ella
báðir leggjast her!"

8. So var munur á alvi teirra:
Tórir legðist fyri;
Sigmundur tók hann á sítt bak
og bar ta tungu byrði.

9. Gekk í fonn á fjallinum,
finnur fram á gil.
Teir kenna royk í nasar koma;
stíga nú treystari til.

10. Koma fram á einbýli,
ganga í stovu inn.
Har sat kona fyri teim
og genta prúð og svinn.

11. Tóku móti dreingjum væl,
mat og klæði góvu,
reiddu ból til báðar tveir,
har troyttir dreingir svóvu.

12. Sigmundur vaknar úr svøvni upp:
maður trein um gátt,
bulmikil, bjálvaklæddur,
talar orðum hátt:

13. "Hvør er tá til hallar komin,
hýstur verður her?
Á henda hátt skjótt spyrst í bygd,
hvar býli okkar' er!"

14. Húsfrúgv svarar bónda blítt:
"Higar komu dreingir
vesælir, í kulda stirdir,
lúgvaðir og svangir.

15. Ikki nenti eg, teir skuldu
fyri durum liggja."
Tá læt bóndin vera kvirt,
leyt við boðum tiggja.

16. Úlvur vaknar upp árla morgun;
dreingirnar vil hann síggja.
"Dvøljist í húsinum her í dag;
tí long er leið til bíggja!"

17. Teir dvaldust dag, teir dvaldust vetur,
hartil ár so mong.
Úlvur gekk á skógin burtur,
veiddi dýran fong.

18. Úlvur vandi teir til mans,
til reystar, treystar kallar,
skjøldur og svørð og skot at nýta,
svimjing og listir allar.

19. Úlvur talar til dreingirnar:
"Væl tit tykkum varið,
at tit ikki vitja skulu
skógin norðan garðin!"

20. Untust væl í einbýli,
mangt til gamans høvdu.
Sigmundur og Turið unga
ástir saman løgdu.

21. Lidnir vóru tríggir vetrar,
man meg rætt um minna.
Úlvur gekk á skógin burtur
veiði har at vinna.

22. Sigmundur við Tórir mælir:
"Úlvur út er farin.
Hvat verður av, um vit nú vitja
skógin norðan garðin?"

23. Svaraði Tórir Beinisson:
"Ikki leingist mær
at vita, hvat ið vera man
í skógi norðan garð."

24. "Annað býr í mínum huga,"
Sigmundur ræður at svara,
"og í skógin norðan garð
ætli eg at fara."

25. Tórir svarar:"Ráði tú;
men minnast mást tú tá,
at vit so bróta lyftið tað,
ið Úlvur legði á."

26. Gingu teir í skógin inn,
Sigmund' við øks í hond,
hoyrdu brak og mikið stun
frá djóri har í nánd.

27. Yvirvaksin skógarbjørn
gongur móti teim.
Dreingir aftur á gøtu leypa.
- Tórir hastar heim.

28. Eftir teimum djórið loypur
ógvusligt at sjá,
tað rívur niður eikirnar,
ið gøtu standa hjá.

29. Ekkaleysur Sigmundur
aftan runnar stóð.
Hann banasár tí grimmu bjørn
við báðum hondum hjó.

30. Aftur vendi Tórir,
tá hann hetta sær:
"Mikið var hetta avreksverk,
men ikki lagað mær!"

31. Mælti Tórir Beinisson:
"Frægur frændi mín!
Einans unnist mær at vera
eftirbátur tín.

32. Sigmundur til orða tekur:
"Gakk tú mær til handa.
Royna skulu vit at reisa
djórið upp at standa."

33. Studdu tað við trøum væl,
so livandi var at sjá,
fóru so í garðin heim
at boða Úlvi frá.

34. Nú er av sonnum illa vorðið,"
Sigmundur við hann segði,
"brotið er títt boð, og bjørnin
eftir okkum legði."

35. "Hevur hon tykkum elt í dag,
ei skal hon tað aftur gera,
tó at eg áður ei hætti mær
hvast á hana at bera."

36. Úlvur leyp í skógin inn
við veiðivákn í hendi.
Tá ið hann kom at bjørnini,
hann spjótið í hana rendi.

37. Bjørnin fell á øðrum sinni
á tí sama degi.
Tá varð Úlvur varur við,
at djórið fyrr var vegið.

38. Úlvur fyri munni mælir:
"Hava tit meg fyri háð?
Og hvussu eitur drongur tann,
ið hetta djórið vá?"

39. Tórir svarar: "Sigmundur
hana í høvur hjó." -
Tá við virðing Úlvur bóndi
mælti, sum hann stóð:

40. "Tú hevur int eitt avreksverk.
Tað má eg nú sanna!
Mætari roysni manst tú gera
taldur millum manna!

41. Tú hevur int eitt avreksverk.
- Drongur ert tú enn. -
Mætari roysni manst tú gera
taldur millum menn!"

--------

42. Sigmundur so víða fór,
frægur maður var,
hevndi í Føroyum faðir sín
og kristni higar bar.

 

 

 

 

 

 


Nyhetsbrev

 

Prenumerera på vårt oregelbundna Nyhetsbrev.

 
 


Bli medlem

 

Bli medlem - Din genväg till Färöarna.

 
 


Facebook

 

Håll dig uppdaterad - Följ oss på Facebook.

 
 


Kontakta oss

 

Frågor ? Skriv till oss här.

 
 

 

 

 

  Logga in

Inloggning för medlemmar.
Inte registrerad ?
Klicka på "Skapa inloggning" nedan.